Fiskavøruútflutningurin vaksin 84 milliónir krónur
Tað eru 449 milliónir krónur minni, ella 3,4%, enn undanfarna skeið. Tó er útflutningurin av fiskavørum vaksin 84 milliónir, knapt 1%.
Útflutningurin í apríl er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mai 2023 til apríl 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin 84 milliónir krónur, ella um 1 prosent. Útflutningurin av laksi, fóðuri, fskamjøli og lýsi gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur ella stendur í stað. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum.
Útflutningurin av laksi er vaksin 319 milliónir krónur. Virðið er vaksið við seks prosentum og nøgdin er vaksin við trimum prosentum.
Vørur sum toga útflutningin uppeftir eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv og fóður. Her er vøksturin 411 milliónir krónur, ella 22 prosent.
Fleiri grafar og tøl HR Fiskavøruútflutningurin vaksin 84 milliónir krónur | Hagstova Føroya