Fiskaútflutningurin í Grønlandi vaks 74 mió. kr.
Prísirnir á rækjum, toski og svartkalva eru hækkaðir nógv seinasta árið.
Útflutningsvirðið av sjófeingi í Grønlandi gjørdi eitt stórt lop í januar.
Í januar í ár var virðið 273 milliónir krónur, og tað eru 74 milliónir krónur meira enn útflutningurin í januar í 2022. Vøksturin er 37,1 prosent.
Grønlendska hagstovan upplýsir, at tað serliga eru prísirnir á rækjum, toski og svartkalva, sum eru hækkaðir nógv seinasta árið.
Tað skrivar Leif Láadal á kvf.fo- Kvf/sermitsiaq.
Rækjuútflutningurin minkaður
Útflutningurin av rækjum minkaði í nøgd við 16,9 prosentum, men............les alla greinina HER https://kvf.fo/greinar/2023/02/13/fiskautflutningurin-i-gronlandi-vaks-74-mio-kr