Fiskasentralurin var frambrot av teimum heilt stóru

Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum

Fekk áhugaverdu myndina omanfyri sendandi fáa abbasoni Jens Paula av Reyni, sum 29. august 1942 stovnaði P/F Havnar Fiskasentralur. Í fyrstu nevndini vóru Jens av Reyni, Ebba Müller, Christian í Hvannasundi, Jacob á Trøðni og B. Hussted Andersen, sakførari.

Áhugavert eisini, at abbi mín Christian í Hvannasundi er í nevndini, men abbi doyði longu í 1944, og íshúsið ikki liðugtbygt fyrr enn í 1945. Havi áður skrivað nakað um Fiskasentralin, men vil leggja nøkur orð aftrat, tí alt á Vesturu bryggju hevur áhugaverda søgu.

Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar. Keyptu fisk at frysta og selja. Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu egna frystiboks á Fiskasentralinum.

Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini minnist eg abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni. Meini, at Mortan Carlsen í nøkur var motorpassari á ísvirkinum. Jens av Reyni sonur Jens Paula arbeiddi eisini. nógv ár Fiskasentralinum.

Tað skrivar Vagnur Michelsen á síni heimasíðu hvannrok.fo, LES ALT HER Úr myndasavninum - Fiskasentralurin var frambrot av teimum heilt stóru - Hvannrók (hvannrok.fo)