Fiskaprísurin nógv hækkaður

Hoyr samrøðuna við Høgna Hansen. Stórur eftirspurningur og lítið útboð er orsøkin

Tað eru bæði stjórin á Fiskamarknaðinum; Høgni Hansen, og formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum, Jógvan Hansen, á einum máli um. 

Prísurin á toski 1 hevur ligið millum 40 og 44 krónur kilo seinastu vikurnar, og prísurin á øðrum fiskasløgum hevur eisini verið góður.

Í seinastuni hevur eitt norskt felag, sum nevnist Norwegian Seafood Company, bjóðað upp á fisk í Føroyum undir navninum Faroese Seafood Company, men formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum heilsar allari kapping vælkomnari.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Fiskaprísurin nógv hækkaður | Kringvarp Føroya