Fiskamerking gevur dýrabara vitan

Video; samrøður við Tóru og Petur frá Havstovuni

Í dag hevur lutakast verið um merktan tosk, sum hevur verið fangaður seinasta árið. 

 

Áleið 1000 fiskar blivu merktir í seinasta umfari, og góð 300 merkir blivu latin inn. 

Hetta er eitt átak, sum gevur okkum týdningarmikla vitan um føroyska fiskastovnin, sigur Petur Steingrund, fiskafrøðingur á Havstovuni. 

 

Dýrabar vitan

- Hetta sigur nakað um ferðing og vøkstur á fiski, og í síðsta enda stuðlar tað okkum í at fáa eina betri umsiting av føroysku fiskastovnunum, sigur Petur Steingrund.

SAMRØÐAN ER HER Fiskamerking gevur dýrabara vitan | Kringvarp Føroya

Takka verið fiskamerkingini vita vit til dømis, at toskur, sum er rak, heldur til tætt við land, meðan feitur toskur, sum er væl fyri, er longri úti á sjógvi. 

Hetta er vitan, sum beinleiðis er komin burturúr fiskamerkjum, sum eru latin inn, greiðir Petur Steingrund frá.

 

Vinnarin úr Klaksvík

Hepni vinnarin gjørdist fiskimaðurin Johan Klakstein úr Klaksvík, sum siglur við trolbátinum Jens Leon.

- Tað var ótrúliga stuttligt, segði Johan Klakstein, tá Petur Steingrund fekk orðið á hann við gleðiligu boðunum.

Toskurin hevði verið úti á sjógvi í gott eitt ár, áðrenn hann bleiv fangaður úti móti Nólsoyarbanka.

Vinnarin fær 12.500 krónur fyri at hava latið inn merkta toskin.