Fiskamarknaðurin við meting fyri viku 4
Línuskip. Eitt er til fiskarí og so er eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tey fiska mest hýsu og tosk og landa helst fyrst í vikuni. Nýggju frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi, uttan eitt sum er í Íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.
Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar seinni í vikuni. Veðri verður umskiftandi, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Teir størri útróðrabátarnir koma helst at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur helst at landa fyrst í vikuni. Ein er á beding.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí, men okkurt gott hálið er inn ímillum.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Veðri verður sera skiftandi, so tað er ivasamt nær teir fara út
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er smáligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.