Fiskamarknaðurin við meting fyri viku 12
Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí og so eru tvey úr bólki 4 eisini til fiskarí. Tey fiska mest av hýsu og toski. Vantandi landa øll í vikuni. Øll, uttan tvey, frystilínuskip eru til fiskarí. Trý fiska í føroyskum sjógvi og fimm í íslendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.
Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna. Veðri verður brúkiligt um vikuskiftið, men so sær út til at tað verður nakað av vindi av eystri restuna av vikuni. Vit rokna tí við nakað av útróðri um vikuskiftið, men restina av vikuni verður lítið av útróðri Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu. Hann landar fyrst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding. Jákup Sverri kemur at landa mikudagin. Hann fiskar á Føroya Banka.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga tosk, longu, hvíting og hýsu. Fiskaríið kundi verði betri.
Trolbátar: Bara tveir er til fiskarí. Teir fiska báðir havtasku. Báðir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.