Fiskamarknaðurin broytir gjøldini

Lækking av gjaldinum

 

Uppboðssølan í núverandi líki varð stovnað í 2005 og gjaldið var tá 1,5%, har keypari og seljari gjalda 0,75% í part.

Hetta gjaldið hevur verið óbroytt øll árini.

Nevndin hevur viðgjørt gjaldið og hevur samtykt, at gjaldið lækkar frá 1. juli 2026 við 33% til 1%, soleiðis at hvør partur nú bert skal gjalda 0,5%.

Vegna Fiskamarknað Føroya (FMF)

Høgni Hansen, stjóri