Fiskamarknaðurin á Toftum

METING FYRI VIKU 33

Línuskip: Tey størru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju og baraeitt av teimum smærru eru farin til fiskarí. Vantandi fer okkurt avstað í næstum. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er vestanfyri Skotland. Skipini fáa mest av longu og brosmu. meðan tað vestanfyri Skotland fær mest av skøtu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri veður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Fiskaríið er smáligt. Vantandi fer onkur út á Føroya Banka. Tey fáa mest av toski og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva. Hann landar vantandi miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari Restin liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par og ein við lemmum á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Trolbátar: Seks trolbátar eru til fiskarí. Fimm eru á landleiðini, meðan tann sætti er norðanfyri og fiskar hýsu og tosk. Teir á landleiðini fiska mest flatfisk og so nakað av toski.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Hini liggja við bryggju.