Fiskamarknaðurin

Meting fyri viku 45

Línuskip. Tvey eru nýliga byrjaði túr, annað er á landgrunninum, meðan hitt er á Føroya Banka. Tað av Føroya Banka kemur at landa í vikuni, meðan tað er meira ivasamt um hitt landar í vikuni. Vantandi fer onkur línubátur út nú veðri verður betri. Fýra frystilínuskip fiska undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er við Grønlandi.

Útróður: Streymurin verður góður alla vikuna og veðri verður eisini gott, so vit vanta nógvan útróður. Bátrnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt. Nakrir fara út á Føroya Banka. Har er fiskaríið gott.

Djúpvatnstrolarar: Tveir djúpvatnstrolari eru úti. Teir fiska mest av svartkalva og so eitt sindur av blálongu og kongafiski. Ein frystitrolari er eisini úti og fiskar. Hann fær mest av svartkalva.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Fleir koma vantandi at landa í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vit rokna við at onkur fer avstað í næstum, tí veðri verður gott.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Savnsmynd. 

Mynd: Birgir Waag Høgnesen