Fiskamarknaðurin

Við meting fyri hesa vikuna (vika 3)

Línuskip: Bæði ísfiskalínuskipini landa fyrst í vikuni. Tey hava mest av hýsu og toski. Trý frystilínuskip fiska við Ísland, tvey eru á Íslandsrygginum og trý eru á landgrunninum.

Útróður: Streymurin og veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Tvey eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so er ein er eystanfyri og fiskar svartkalva. Báðir av Íslandsrygginum landa  í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí og koma vantandi øll at landa í vikuni. Fiskaríð er misjavnt.

Trolbátar:Bara ein er til fiskarí.