Fiskamarknaðuri við meting fyri viku 49

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni.

METING FYRI VIKU 49, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Eitt er á Føroya Banka og fiskar mest av hýsu og longu og so nakað av havtasku. Bæði landa í vikuni. Hini liggja við kaj.   

Útróður: Streymurin er hampuligur í vikuni, men tað verður liggjandi høgætt og við vindi mest sum alla vikuna, so tað verður ikki nógvur útróður. Helst verður nakað av útróðri hetta vikuskiftið. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu  og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni. Ein liggur við bryggju

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Hini pørini fara út tá veðri verður betri. Smáligt fiskarí.

Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir landa antin fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Helst fer onkur av teimum sum liggja inni út um vikuskifti.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.