Fiskaaling vertur fyri vísindaligari ráðstevnu
Fríggjadagin 20. oktober skipar Fiskaaling fyri vísindaligari ráðstevnu á Hotel Hilton Garden Inn. Ráðstevnan ber heitið Vitan til varandi aling og vendir sær til føroyska granskingarumhvørvið og fakfólk í alivinnuni og í almenna myndugleikanum. Lesandi frá hægri lærustovnum eru eisini vælkomin.
Skráin er í trimum pørtum.
Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð.
Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingarkunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum.
Búskapar- og samfelagsviðurskifti: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um hvønn búskaparligan týdning alivinnan hevur í Føroyum.
Tað eru granskarar frá Fiskaaling, Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO) og SYKE (FI), ið fara at leggja fram nýggja vitan og granskingarúrslit. Áhoyrarar fáa møguleika at seta spurningar eftir hvørja framløgu.
Les meir her Fiskaaling vertur fyri vísindaligari ráðstevnu