Vit fiska eisini í Norðsjónum, við Shetland og við Føroyar

Royna helvtina av árinum við gørnum

 

 

 - Vit royna mest fram við norsku strondini. So fiska vit eisini í Norðsjónum, við Shetland, við Føroyar, við Svaldbard og í russiskum sjógvi, sigur skiparin á norska línuskipinum Nesbakk.

Nesbakk er eitt av stóru norsku línuskipunum, sum í hesum døgum royna við Føroyar.

Skipið er eitt kombinera línu- og garnaskip, sum varð bygt 1999. Tað er 45 metrar langt og 11 metrar breitt. 

31. juli var Nesbakk á Havnini, har teir millum annað tóku olju.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Hann fekk eisini eitt prát við skiparan, 30 ára gamla Håkon Andreas Haddal, sum síðstu fimm árini hevur verið skipari. 

Uppá fyrispurning hvar teir vanliga fiskaðu, svaraði hann:

- Vit royna mest fram við norsku strondini. So fiska vit eisini í Norðsjónum, við Shetland, við Føroyar, við Svaldbard og í russiskum sjógvi.

- Vit fiska mest tosk, hýsu og upsa. Um summari royna vit mest á djúpum vatni eftir longu og brosmu, sigur hann.

- Frá umleið desembur og hálvt ár framm royna vit við gørnum. Tá royna vit mest eftir upsa og toski. Í ár hava vit eisini roynt við gørnum eftir longu. Agnið er dýrt, og tí er tað bíligari at royna við gørnum enn við línu, sigur Håkon.

- Hvussu hevur fiskiskapurin verðið?

- Brúkiligur. Hendan túrin byrjaði fiskiskapurin við Shetland, men har var smáligt. Dagarnir við Føroyar hava verið brúkiligir. Tá vit eru lidnir at taka olju, fara vit aftur undir Føroyar at royna, sigur hann.

16 mans eru við Nesbakk. Tvær manningar hoyra til skipið, og teir sigla aftur sama dag sum teir landa. Túrarnir eru millum 4 - 6 vikur.

Størsta lastin hjá Nesbakk var 421 tons. Tá vóru lastin og frystaríini full.

Manningin fekk kristiligan lesnað og gomlu føroysku heilsanina:

- Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Myndina eigur TJ-myndir.