Fingu handað diplom
Vit hava í dag haft vitjan av Svitzer Faroe Islands, har tey fingu handað diplom fyri Ársins Skip 2022, Svitzer Hymer.
Hjartaliga til lukku við heiðrinum!
Tað skrivar á sínum facebook-vanga í dag.
Sjóvinnustýrið umsitur og hevur ábyrgd av føroyska regluverkinum, sum ásetur krøv til skip og bátar, skrásettir í føroysku báta- og skipaskrásetingunum. Føroyska regluverkið fevnir um altjóða krøv til skip og bátar, umframt serlig føroysk krøv. Stovnurin leggur áherðslu á at fylgja við í broytingunum í altjóða krøvum og at innføra hesi og serlig føroysk krøv í føroyska regluverkið. Regluverkið verður kunngjørt á regluportalinum
Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um virksemið, sum fer fram í altjóða felagsskapinum IMO.