Filmur um Verdandi og føroysku fiskimannakonuna

Filmurin er mettur at vara í 100 minuttir.

Ein týsk filmsætlan um Verdandi, sum heiðrar okkara sjómanskonur og einkjur, verður nú upptikin. Tað var í 1944, at sluppin gekk burtur við 15 monnum

Tað er ikki gjørt nógv burtur úr ”vanligum kvinnum” í Føroyum, men nú eru tað týskar kvinnur, sum vilja heiðra tær sjómanskonur í Føroyum, sum tóku um endan, tá á stóð. Tær tóku hond um heimini, meðan maðurin var burtur. Og serliga fingu tær seg royndar, tá maðurin fekk eina váta grøv. Nú verður gjørdur ein filmur, sum er sera viðkomandi fyri Føroyar og føroyingar.

Talan er um ein spælifilm, sum er grundaður á vanlukkuna, tá sluppin Verdandi í 1944 gekk burtur við 15 monnum. Høvuðspersónurin i filminum er Simona Petersen í Syðrugøtu, sum misti mannin, Sámal, í hesi vanlukku. Søgan er eisini um, hvussu hon kom undan við at binda hjá Suffíu Gregersen í Syðrugøtu.  Men hetta er fyri so vítt eisini søgan um, hvussu okkara konur við børnum í hesi støðu komu undan við fiskaarbeiði og øðrum.   

Tað hevur verið sagt, at hesar kvinnur eru tær sonnu hetjurnar í Føroyum, og henda søgan er lýst í bókini hjá Óla Jacobsen, Havið tók teir. Hetta kveikti áhuga hjá týsku Diane Schussele og Dagmar Knøpfel, sum standa fyri fiilmsverkætlanini.

Verkætlanin hevur ført til fleiri vitjanir í Føroyum at fyrireika filmin og at fáa fígging, og nú verður filmurin upptikin.

Les alla greinina HER in.fo - fyrst og fremst