Fer kuldin í lastini niður um 18 stig, kann fiskurin ikki seljast sum mannaføði.
Hálvdan Gudmundsen vísir á, at tað er heldur eingin møguleiki hjá frystilínuskipunum at landa uttanlands. Lógin sigur, at tú í einum ári bert kanst landa 15 prosent av einum fiskaslagi uttanlands.
- Tá tað er so lítil toskur at fáa undir Føroyum og frystilínuskipini, sum eru komin og tey, sum koma leygardagin og mánadagin, næstan bara hava tosk, koma tey at bróta lógina, um tey fara uttanlands við einari so stórari last av toski.
Hann sigur, at í Fiskimálaráðnum vilja tey heldur ikki geva frystilínuskipunum undantak frá regluni um hámarkið á 15 prosent.
- Vanligi kuldin í einari frystilast liggur úr 26 kuldastigum og niður móti 22-24 kuldastigum. Tá lastin kemur niður móti teimum 18 kuldastigunum, er neyðugt at gera okkurt, tí tá byrjar tað at gerast kritiskt.
LES ALLA GREININA HER in.fo - fyrst og fremst