Feløgini í Samtaki og Fakfelagssamstarvið

vilja hava landsstýrið at taka pensjónsuppskotið aftur

Allur arbeiðsmarknaðurin vendir sær ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár.

Í yvirlýsing í biðja feløgini í Samtaki, tað eru arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið, landsstýrið um at taka lógaruppskotið aftur.

Tað sama ger Fakfelagssamstarvið, sum umboðar fleiri av stóru feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fíggjarligar avleiðingar

Fakfelagssamstarvið hevur lagt fram útrokningar, sum vísa fíggjarligu avleiðingarnar fyri fólk, um pensjónsaldurin hækkar:

- Tjenar tú 30.000 krónur um mánaðin, 360.000 krónur um árið, rindar tú í meðal 152.000 krónur í skatti, arbeiðsmarknaðaravgjøldum og forskatting av pensjónini. 

- Hækkaður pensjónsaldur merkir eisini, at tú mást bíða longur eftir eftirlønini og pensjónini.

Sambært útrokningini hjá Fakfelagssamstarvinum hevur tann, sum í dag tjenar 30.000 krónur um mánaðin, tað eru 360.000 krónur um árið, rætt til 200.000 krónur í eginpensjón, 92.000 krónur í fólkapensjón og 77.000 krónur frá Samhaldsfasta um árið. Tilsamans 369.000 krónur um árið.

Hetta eru pengar, sum tú ikki fær fatur á, fyrr enn tú verður pensjónistur, sigur Fakfelagssamstarvið. 

Sí innslag í Degi og Viku, har samrøður eisini eru við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Jacob Eli S. Olsen, formann í Lærarafelagnum, Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, og Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almanna- og mentamálum:

TRÝST HER Arbeiðsmarknaðurin ímóti at hækka pensjónsaldurin | Kringvarp Føroya