Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
Verkætlanin byrjar formliga 1. maj 2024. Tað er Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, sum er sett í starv hjá Varðanum Pelagic sum vinnu PhD lesandi, ið kemur at standa fyri verkætlanini.
Talan er um eina vinnu-PhD verkætlan, sum snýr seg um: ”Assessments of pelagic fish stocks and bycatch using environmental DNA and user-friendly samplers”. Føroyska heitið er “Umhvørvis DNA kanningar av pelagiskum fiski og hjáveiðu hjá pelagiskum skipum, og menning av brúkaravinaligum hátti at taka royndir”.
Verkætlanin er fíggjað av Felagnum Nótaskip, Varðanum, Varðanum Pelagic, Innovationsfonden, Havstovuni, Setrinum og Føroyagrunninum. Størstu játtarnirnar koma frá Felagnum Nótaskip (feløgini handan Nótaskip eru Varðin, CIG og Framherji) og Innovationsfondinum.
Ein PhD verkætlan tekur 3 ár. Tá talan er um Vinnu-PhD, er krav at vinnan skal taka ein part av fíggingini, og at ein partur av arbeiðinum skal gerast í einari fyritøku. Tann lesadi skal hava tveir vegleiðarar, sum vera Anni Djurhuus á Setrinum og Ian Salter á Havstovuni. Vegleiðarin á virkinum verður Annika Nolsøe.
Hetta er aðru ferð at Varðin hevur ein PhD lesandi, og fyrstu ferð at tað er ein frá Setrinum.
Vit meta granskingarverkætlanin er góð fyri vinnuna, vit arbeiða í.
Umhvørvis DNA er DNA frá øllum organismum, ið liva í einum ávísum umhvørvið. Hetta DNA kann samplast við at filtrerað vatnroyndir, og síðan kannað tað fyri mongd av teim ymisku organismunum, sum eru til staðar í vatninum. Eitt endamál er at menna ein góðan og brúkaravinaligari hátt at taka royndir. Í seinasta enda vil hetta vera við til at gera eina betri meting av fiskastovnunum, og betri meting um nær og hvar ávís fiskasløg skulu fiskast.
Vinnan og tveir granskingarstovnar samstarva um verkætlanina, sum umfatar okkara vinnu, og vóna vit at hetta er við til at styrkja áhugan hjá føroyskum lesandi at granska og menna fiskivinnuna, eisini á landi.