Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

aftur skal til samráðingar

 

Ógjørligt hjá sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða fulla tíð á sjúkrahúsi

Arbeiðsumstøðurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum standa ovast á breddanum, nú samráðingar verða um nýggjan sáttmála.

- Tað er framvegis at kalla ógjørligt at arbeiða fulla tíð á sjúkrahúsi.

Tað sigur Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøkarfrøðingar, sum aftur skal til samráðingar, nú sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fór úr gildi nýggjársaftan. 

Arbeiðsumstøðurnar standa aftur ovast á breddanum til sáttmálasamráðingarnar hesa ferð. 

Júst arbeiðsumstøðurnar vóru eitt av stóru krøvunum til seinastu samráðingarnar, tá felagið vildi betra møguleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða fulla tíð.

Men enn er eitt sindur eftir á mál.

Seinast, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar var í samráðingum í 2023, var drúgt stríð millum sjúkrarøktarfrøðingar øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum hinumegin.

Tá semingsstovnurin gav skarvin yvir, lýstu sjúkrarøktarfrøðingarnir umfatandi verkfall, sum endaði við, at løgtingið legði uppí.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Ógjørligt hjá sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða fulla tíð á sjúkrahúsi | Kringvarp Føroya

Tað skrivaði Heini Johannesen á kvf.fo

Myndin er tikin í løgtinginum í apríl 2025.