FAS har nógv ber til. Um ikki alt
FAS hevur verið ein góð skipan fyri reiðarar. Serliga teir ið umboða útlendskan kapitalin. Tí her hava reiðarar fingið bæði í posa og sekk. Teirra viksemi er fíggjað av føroyska samfelagnum, sum letur skattaafturbering aftur til teir veruligu bossarnar, sum fyri ein stóran part sita uttanfyri landoddarnar.
Føroyingar eiga bert ein lítlan part av tí virksemi, sum er undir FAS. Restin er strá (skrásett í FO), og yvasamur kapitalur, sum helst hevur sítt virksemi í myrkrinum.
FAS hevur ikki verið til gagns fyri føroyingar sum heild. Bert nøkrum fáum.
Hinvegin hava vit mist rættuliga nógv, síðan FAS lóggávan seinast var broytt.
Føroyingar eru koyrdir í land, tí lóggávan upprunaliga varð gjørd fyri at føroyingar ikki skuldu sleppa at sigla við føroyskum skipum.
FAS lógin er ikki nakað, vit sum føroyingar kunnu vera errin av. Hon er ein báði, tí vit fáa ikki sett nýggjar sjómenn við.
Trúgv mær, hetta kemur okkum aftur um brekku seinni, tá vit hava mist eina vinnugrein. Tað er sera avmarkað, hvat vit hava av føroyskum sjófólkið umborð, so hesin vinnumøguleikin er tikin frá okkara fólki av okkara egna løgtingið.
Tað eigur tí at vera eitt krav fyri at virka undir FAS, at arbeiðsloyvið er galdandi fyri allan flotan.
Tað er sera umráðandi, at tað verður bundi fyri, so yvasamt virksemi ikki fær loyvi at virka undir FAS. Tað ER yvasamt.
Tí undrar tað, at formaðurin í Reiðarfelagnum fyri handilsskip rør uppundir, at skipanin undir FAS, ikki er nøktandi fyrrenn útlenskir sjómenn sleppa undan at hava arbeiðsloyvi.
Tað er sera umráðandi, at sjómenn úr ørðum londum hava arbeiðsloyvi, tí so eru teir tað tryggari bæði so og so.
Yvasamt virksemi hoyrir ikki heima í Føroyum.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

