Fakfelag: Broyting í NEVNDIN í FA

Føroya Arbeiðarafelag hevði aðalfundinum í gjár - trý fyri vali

NÝGGJA NEVND FELAGSINS

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í gjár stóðu trý fyri vali: Elin K. Sørensen, Kollafjarðar Arbeiðarafelag, Sunrid Vang, Fiskepigernes Fagforenening á Tvøroyri og Maud Túgvustein, Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag.

Elin K. Sørensen og Maud Túgvustein vórðu afturvaldar, og harumframt varð Magnus Pauli Hammer frá Eiðis Arbeiðarafelag valdur í nevndina.

Í nevndini sita nú:

Georg F. Hansen, formaður

Elin K. Sørensen, næstforkvinna

Maud Túgvustein

Suni Mortensen

Marjun S. Debes

Amy Jacobsen (vantar á myndini)

Magnus Pauli Hammer

Vit takka Sunrid fyri drúgva og trúgva tænastu í felagnum og fyri sera gott samstarv bæði í viðgong og mótgongd. Vit ynskja henni blíðan byr framyvir.

Somuleiðis bjóða vit Magnusi Paula vælkomnan í felagið, og vit síggja fram til gott samstarv, og ynskja Elini og Maud hjartaliga tillukku við afturvalinum.

Føroya Arbeiðarafelag