Fakfelag: Felagið Føroysk Miðlafólk havt aðalfund
Felagið Føroysk Miðlafólk hevur í dag havt aðalfund. Fundurin var serstakliga væl møttur, nú felagið hevur sett sær nýggj mál, um at vera ein virknari og sjónligari partur av føroyskum fakfelagsarbeiði.
Formaðurin í felagnum stendur á hvørjum ári fyri beinleiðis vali á aðalfundinum, og fyri níggjundu ferð varð Jón Brian Hvidfeldt valdur sum formaður.
Øssur Winthereig, sum hevur sitið sum næstformaður í 14 ár, tók ikki við afturvali. Fyri hann er Georg L. Petersen nývaldur í nevdini. Georg hevur áður verið formaður í felagnum.
Uni Arge stóð eisini fyri vali og varð einmælt afturvaldur.
Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum sær soleiðis út:
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður
Georg L. Petersen, næstformaður
John Johannessen, kassameistari
Uni Arge, skrivari
Beate L. Samuelsen, nevndarlimur
Krista Johnsdóttir Kreutzmann, tiltakslimur
Jens Kristian Vang, tiltakslimur