Fagraberg, eitt tað mest fiskandi skipið ikki bert í Føroyum men víða um

Fagraberg, fyrrverandi Krúnborg, varð bygdur í 1999 og yvirtikin av Framherja í 2006

Fagraberg, eitt tað mest fiskandi skipið ikki bert í Føroyum men víða um, landaði um vikuskiftið umleið 1.000 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði. Prísurin á makreli til matnað er høgur í løtuni, góðar 14 krónur kilo.

Fagraberg, fyrrverandi Krúnborg, varð bygdur í 1999 og yvirtikin av Framherja í 2006. Hann hevur sum einki annað skip í landinum, og fyri alt tað í fleiri av okkara grannalondum, fiskað veldigar nøgdir, serliga av svartkjafti.

Tá Framherji yvirtók uppsjóvarskipið fyri einar 350 milliónir við fiskiloyvi og øllum, varð nógv tosað um øgiligar upphæddir og at hetta ikki kundi hanga saman fíggjarliga. Men skjótt var greitt at talan var um eitt skilagott keyp sum loysti seg væl og virðiliga.

Almenn avreiðingartøl frá Vørn vísa at skipið frá byrjan og til ídag hevur landað meira enn 1,3 milliónir tons av uppsjóvarfiski – tað er meira enn 52 túsund tons um árið í 25 ár. Fá skip á okkara leiðum, um nakað yvirhøvur, hevur fiskað so væl.

Eisini vísa tølini at skipið tilsamans hevur avreitt fyri nærum tríggjar milliardir kr. Tað gevur ein miðal kiloprís upp á 2,28 kr, sum eisini endurspeglar at svartkjafturin umboðar meginpartin av tí sum Fagraberg hevur fiskað.

Tað skrivar Búi Tyril á heimasíðuni fm1.fo