Fáa radio"ið frá sluppini, Carlton
kl. 10.00 - 12.00 Norðoya Bátafelag - í gamla roykivirkinum
Hátíðarløta hjá Klaksvíkar Bátafelaga, tá ið tey fáa handað radoið sum var umborð á Carlton í 1930-unum.
Hátíðarløta er í dag kl. 10.00 - 12.00 Norðoya Bátafelag - í gamla roykivirkinum
Tilkomin fólk minnast uppløgdu skipini við heimaru kai (undir sjúkrahúsinum) í Klaksvík. Carlton var eitt teirra. Tey bíðaðu eftir seinastu ferðini – út á djúpt vatn at verða søkt. Hetta var seinast í 1950-árunum. Vit smádreingir spældu onkuntíð umborð á dangunum, sum vit kallaðu hesi gomlu fiskifør.
Um 1960 átti Carlton tørn. Teir fóru við henni, men tá ið avtornaði, endaði hon í Fiskimøl sunnan fyri Haraldssunds bygd og ikki í dýpinum norðanfyri. Seinni frættist, at sleipitrossin slitnaði, sluppin rak á land, og har varð hon liggjandi.
Jóan Jákup Jacobsen, skipari, av Viðareiði keypti í 1922 Carlton úr Svøríki. Hon var smíðað í 1888 í Grimsby, var um 90 tons og hevði 38 hesta motor. Seinni keyptu Kjølbro og Jens Klæmint Isaksen hvør sín triðing í skipinum. Upp aftur seinni aftur átti P/f. J. J. Jacobsen skipið einsamalt.
Til Grønlands
Tá ið fiskiskapurin í 1925 tók seg upp í Grønlandi, var Jóan Jakku Jacobsen har vesturi við Carlton. Vesthavet hjá Niels Juel Mortensen á Tvøroyri og Knørrur hjá Jens Andreasen, Jens í Dali, í Havn vóru eisini í Grønlandi hetta árið. Øll skipini komu aftur við fullari last.
Føroyingar høvdu áður royndarfiskað í Grønlandi. Hetta var í 1906 og 1914. Hvørgin royndin eggjaði monnum at halda fram. Nógvur kalvi, men eingin toskur.
Carlton kom á fiskileið seint á kvøldið hetta summarið í 1925. Teir hálaðu av, kastaðu snørini og kendu í heinta. Tá ið báðir teir fyrstu menninir komu við kalva, óttaðust menn fyri, at teimum fór at gangast sum hinum, ið frammanundan høvdu verið í Grønlandi og bert fingið kalva. Men so kom fyrsti toskurin á dekkið, og tá ið teir góvust, lógu átta stórir, prúðir toskar og tjúgu kalvar á dekkinum.
Fyrstu vikuna royndu teir á Lítla Hellufiskabanka og fingu 2000 toskar. Síðan varð farið norður á Fyllabank, og har tørnaði fyri. Alt stórur toskur, eingin smáfiskur uppií. Tá ið teir høvdu fiskað í 30 dagar, var lastin full, 505 skippund, umframt at teir høvdu 30 tunnur av lakasaltaðum kalva. Burtur vóru teir í góðar tveir mánaðir og høvdu ongantíð samband við land.
kl. 14.00 hátíðarløta í hølunum hjá Norðoya Bátafelag - í gamla roykivirkinum, har skipað verður fyri serligari móttøku.
Radio av sluppini Carlton verður latið felagnum, og frásagnir um samskifti millum skip og heimið og skip til skip verður á skrá og ymsar søgur verða sagdar.
Óli Olsen skrivaði hetta á nordlysið.fo
Skrá:
Noel Joensen framførir við guitara og sangi
Poul Havn handar Norðoya Bátafelag radio frá sluppini, Carlton, eins og sendarar frá øðrum skipum.
Poul Havn greiðir frá og framførur okkurt lag á munnharpuni.
Anskar Hansen fjarritari á Skálaberg greiður frá um samskiftið millum skip og heimini - fyrr og nú.
Sigmar Høgnesen sigur frá onkrum stuttligum samtalum, sum hoyrdist fyrr í tíðini.
Kaffi og køka at fáa, ókeypis.