Fáa alt ov lítið burtur úr fiskiríkidøminum

Fiskivinnan kundi verið nógv betur umsitin til gagns fyri bæði samfelag og vinnu. Hetta er evnið í nýggjari grein, sum Hans Ellefsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað saman við Daniel Bromley, professara emeritus á University of Wisconsin-Madison. Greinin er komin í kenda tíðarritið, Marine Policy og kann lesast her. Eisini var framløga á ársins Vísindavøku um  evnið, og tann framløgan kann síggjast her

Tíðargrein: Fiskur er stórur partur av búskapinum í Føroyum. Um vit taka fiskivinnu, alivinnu og virking á landi samlað, so er virðisøkingin umleið 25 prosent av føroyska samfelagsbúskapinum. Um vit taka alivinnu burturúr, so er fiskivinna eini 15 prosent av búskapinum.

Vit kunnu samanbera føroyska fiskivinnu við norska oljuvinnu, tí oljuvinnan har er á leið sama stødd lutfalsliga sum okkara fiskivinna. Noreg er kent fyri at umsita oljuríkidømið sítt á slíkan hátt, at tað verður til gagns fyri bæði núverandi og komandi ættarlið har.

Føroyska fiskiríkidømið kundi verið umsitið nógv betur, og vit kundu møguliga verið eins rík og Noreg, um vit bara valdu ein øðrvísi politikk, enn vit gera á fleiri økjum í fiskivinnuni. Noreg hevur nevniliga umleið 50 prosent hægri BTÚ fyri hvønn íbúgva, enn Føroyar hava.

Vit gera nógv skeivt í okkara fiskivinnupolitikki, sum ger, at vit sum samfelag - og vinnulív - ikki fáa nóg nógv burturúr, hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga.

Eitt nú fiska vit alt ov nógv av botnfiski undir Føroyum og minka framtíðarvirðið har. Hetta verður gjørt við eitt nú at stuðla okkara botnfiskiflota við at geva teimum makrelkvotur, sum ikki verða fiskaðar av teimum, og tí kundi landið eins væl latið teimum pening. Og vit hava eisini eina fiskidagaskipan, sum ikki avmarkar fiskiskapin, og tí er okkara fiskiskapur eftir botnfiski ikki burðardyggur, hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga.

Vit duga eisini alt ov illa at umsita tað ríkidømið, sum er í uppsjóvarfiskinum, sum - umframt at verða nýttur til at stuðla botnfiskiflotan - eisini verður brúktur til eitt nú “politiska útlutan”.

Botnfiskiflotin
Søgan í greinini í Marine Policy byrjar við, at Føroyar í 1996 velja at fara yvir til eina fiskidagaskipan. Hendan skipanin varð hildin at vera “heimsins besta skipan”, men hevur als ikki verið nøkur góð skipan fyri Føroyar.

Skipanin virkaði kanska tey fyrstu fáu árini, tí stovnarnir komu fyri seg, eftir at hava verið í botni. Men síðani tá hava skipini í botnfiskiflotanum havt undirskot, og botnfiskastovnarnir hava verið undir lívfrøðiliga burðardygg mørk, og hetta hevur verið støðan seinastu 20 árini ella so fyri toskin.

Ein trupulleiki við fiskidagaskipanini er, at hon virkar ímóti effektiviteti. Tá skip í botnfiskiflotanum vilja fara undir okkurt, sum ger tey meira effektiv, so fáa tey ikki loyvi til tað, tí so hækkar samlaða veiðitrýstið. Hetta er skeivur háttur at reka vinnulív. Vit áttu at verið glað um, at onkur ætlar at gerast meira effektivur og ikki forða fyri hesum. Sjálvandi vilja skip gerast meira effektiv við tíðini, men hetta er ímóti “andanum" í lógini, sum regulerar okkara fiskivinnu, og vinnulívsfólk kunnu ikki gera munagóðar broytingar við skipini til frama fyri effektivitet ella skifta skipini út við effektivari skip.

Ein annar trupulleiki við fiskidagaskipanini er, at har eru alt ov nógvir dagar inni í skipanini. Flotin brúkar bara umleið helvtina av døgunum, og tí er tann umsitingarætlanin, sum er galdandi fyri okkara botnfisk, heldur ikki burðardygg.

Umsitingarætlanin er skipað soleiðis, at útlutaðu dagarnir bara kunnu minkast fimm prosent um árið, og tá er tað ein treyt, at stovnurin er minkaður í mun til árið fyri. At skerja dagatalið fimm prosent munar tó einki í veruleikanum, har helvtin av døgunum ikki verða brúktir frammanundan. Alt ov nógv “luft” er í skipanini, og tí vil slík skerjing av dagatalinum bara vera at skera í luft.

Fyri at bøta um hesa vanlukkuligu búskaparligu støðuna í botnfiskivinnuni, so hava politikarar valt at stuðla botnfiskivinnuni við at geva teimum ókeypis makrelkvotu. Kanska var tað ikki ætlanin frá byrjan í 2011 at stuðla botnfiskivinnuni, men tað er tað so blivið. Tá var helst ætlanin, at vit við hesum skuldu kunna fiska meira makrel við at geva øllum flotanum makrelkvotur, tí hildið varð, at vit ikki megnaðu at fiska alla kvotuna, sum vit høvdu ásett okkum, við teimum pelagisku skipunum, ið tá vóru. Tá var hugsanin, at trolarar skuldu fiska makrel, men seinni hava skip - eitt nú línuskip -, sum slettis ikki hava útgerð til at fiska makrel, eisini fingið makrelkvotu. Seinastu árini hava eingi skip, sum ikki eru pelagisk skip, fiska makrel, og tí hava makrelkvoturnar til botnfiskiflotan bert virkað sum beinleiðis studningur til raksturin. Ein stuðul, sum ikki sæst á løgtingsfíggjarlógini, men sum svarar til eitt virði á umleið 90 milliónir krónur um árið.

Pelagiski flotin
Flotin, sum fiskar pelagiskan fisk, hevur harafturímóti havt nøkur sera góð ár, serliga seinastu 12 árini.

Landingarvirðið av pelagiskum fiski er vaksið nógv hesi árini. Samlað var landingarvirðið av pelagiskum fiski nakað undir 500 milliónir krónur í 2009, meðan tað væntandi verður umleið 2.6 milliardir krónur í 2023.

Tilfeingisrentan ella eyka virðið, sum er umframt vanliga vinningin til vinnuna, verður vanliga sagt at liggja millum 40-60% av landingarvirðinum í einum vælskipaðum fiskiskapi, og hesi prosentvirði (meir og minni)  komu eisini til sjóndar, tá vit royndu uppboðssølu árini 2016-2019. Samstundis hevur landingarvirðið á botnfiski tøvt á turrum og staðið í stað.

Søgan byrjar við, at Føroyar øktu munandi um føroysku makrelkvotuna í 2010. Hetta førdi til eina makrelavtalu í 2014, men seinni øktu Føroyar eisini munandi um svartkjafta- og sildakvoturnar ávikavist í 2013 og 2015. Í 2020 mistu Føroyar atgongdina at fiska makrel í bretskum sjógvi í sambandi við Brexit, og árið eftir – í 2021 – økti landsstýrið so føroysku makrelkvotuna úr 12,6 prosentum upp í 19,6 prosent av heildarkvotuni. Nú eru Føroyar eisini í tí støðu, at avgerð skal takast um, um vit skulu halda fram við samstarvinum við Russland um Barentshavið. Um vit ikki halda fram við tí samstarvinum, so vaksa okkara pelagisku kvotur enn meira, tí Føroyar í tí førinum ikki longur skulu rinda við føroyskum uppsjóvarfiski fyri atgongdina til Barentshavið. Politikararnir skulu í tí førinum aftur taka støðu til, hvør skal hava eyka kvotur.

Enn vita vit ikki, hvussu verður við samstarvinum við Russland, men uttan mun til hetta, so er landingarvirðið, sum er heft at altjóða pelagiskum avtalum, umleið 70 prosent av samlaða landingarvirðinum hjá Føroyum. Hesar altjóða avtalur eru gjørdar (ella rættari ikki gjørdar, tí semja er ikki) við okkara grannalond, Ísland, Noreg, Stórabretland, ES, Grønland og Russland. Hesi londini eru tey, sum býta ímillum sín teir ferðandi fiskastovnarnar, sum pelagisku fiskastovnarnir eru. Strandalondini, ið nevnd eru omanfyri, royna at samráðast til tess at finna eina avtalu, sum allir partar eru nøgdir við, men tað gongur, sum kunnugt, ikki so væl við tí. Eingin avtala hevur verið í gildi millum øll londini um hesar stovnarnar síðani 2015.

Føroyska tilgongdin til kvotur
Flestu lond í okkara parti av heiminum hava valt individuellar umsetiligar kvotur til at stýra fiskiskapinum.

Fyrr hava summi av teimum eisini havt fiskidagaskipanir, men nærum øll eru farin frá hesum. Eisini eru hini londini, vit vanliga samanbera okkum við, farin frá skipanum, har t.d. bara mest loyvda veiða er og harvið sokallað “olympiskt fiskarí”, sum rætt og slætt merkir, at øll fiska av alvi av eini felags kvotu, til uppi er.

Vit hava eisini valt individuellar umsetiligar kvotur til at skipa allan fiskiskap uttan botnfisk undir Føroyum.

Eitt úrslit, sum kemur fram í okkara grein í Marine Policy, er at argumentið fyri at seta í verk individuellar umsetiligar kvotur í øðrum londum hevur verið at rationalisera fiskiskapin, sum áðrenn hevur havt ov nógv skip í fiskiskapinum. Men í Føroyum hava vit valt at brúka kvotur á ein serligan og ivasaman hátt. Kvotur verða m.a. nýttar til at halda lív í einum botnfiskiflota, sum ikki klárar seg sjálvan, og pelagiskar kvotur verða eisini brúktar til økismenning og til politiska útluting.

Sostatt verða kvotur í Føroyum brúktar sum gávur frá politikarunum og ikki til at rationalisera nakran flota.

Okkara pelagiski floti er nógv vaksin seinnu árini, tí politiska skipanin vildi hava, at fleiri skuldu fáa lut í tí økta pelagiska ríkidøminum. Áðrenn 2010 vóru pelagisku skipini umleið 10 í tali. Í dag eru tey 17.

Tað, sum er hent, er, at føroyskir politikarar hava brúkt øktu pelagisku kvoturnar sum ein máta at útluta til tey, sum politikararnir halda mangla pengar, og tað er ikki búskaparliga effektivt. Árini 2016-2019 varð uppboðssøla, sum sagt, nýtt til at luta út part av kvotunum, og tá vóru tað tey, sum vóru mest effektiv, sum vunnu uppboðini. Tíverri valdi politiski myndugleikin at gevast við uppboðssølunum.

Loysnir
Einasta loysnin, sum politiska skipanin hevur í skjáttuni fyri at fáa botnfiskiflotan á beint, er at geva hesum flotanum meira kvotur, men nú skal tað vera í øðrum londum. Hví ikki heldur tillaga flotan eftir umstøðunum, eins og restin av okkara vinnulívi ger í okkara marknaðarbúskapi?

Men er tað so ein loysn at lata botnfiskiskipini fáa kvotur í fremmandum sjógvi?

Her er sjálvandi eitt sindur av muni á at fáa makrelkvotur, sum ikki kunnu fiskast av hesum somu skipum, og til at fáa botnfiskikvotur í fremmandum sjógvi. Men tað loysir ikki trupulleikan við botnfiskinum undir Føroyum og umsitingini av okkara fiskiríkidømi.

Tað, sum vit eiga at gera fyri at fáa botnfiskiveiðuna aftur á beint, er at fara til eina individuella umsetiliga kvotuskipan, har skipini kunnu effektiviserast, og Føroyar kunnu fylgja lívfrøðiligu ráðunum um fiskiskapin.

Og her sigur tað seg sjálvt, at vit sjálvandi ikki mugu velja “serføroyska” mátan at brúka kvoturnar, sum nevndur er omanfyri! Trupulleikin við verandi skipan er, at hóast botnfiskurin kom aftur, fara vit aldrin at gerast burðardygg, tí tað eru so mong skip í Føroyum, at vit klára sum einki at fiska stovnin niður aftur.

Hetta hendi í 2019, tá toskurin kom fyri seg aftur. Tá vóru knappliga fleiri skip, sum vaknaðu úr dvala og fóru út at fiska tann nýkomna toskin. Árið eftir var eingin toskur eftir.

Ein máti at minka um talið av skipum í botnfiskivinnuni, og sum verður nevndur í greinini í Marine Policy, er, at tað almenna keypir skip úr okkara botnfiskivinnu fyri at minka flotan, men tað skal sjálvandi bert gerast, um tú bindur teg til at fylgja lívfrøðiligari ráðgeving. Hetta kann fíggjast antin við selja botnfiskirættindi undir Føroyum ella við, at tað almenna ásetur ein kostnað fyri at fáa eina kvotu til hendan fisk. Inntøkan av hesum átøkum kann so nýtast til hesa minkingina av flotanum.

Samandráttur
Føroysk fiskivinna kundi verið nógv betur umsitin til gagns fyri okkum øll, bæði samfelag og eisini vinnu.

Okkara botnfiskiveiða hevur ikki havt yvirskot seinastu 20 árini, hóast almennu Føroyar stuðla botnfiskiflotanum við makrelkvotum, eins og fiskimenn verða stuðlaðir við sjómannafrádrátti og øðrum.

Og føroyski botnfiskiflotin fer ikki geva yvirskot uttan so, at vit taka annað skinn um bak og leggja um til at fylgja lívfrøðiligari ráðgeving. Tí tá fiskiskapurin ikki er lívfrøðiliga burðardyggur, so er hann heldur ikki búskaparliga burðardyggur.

Sjálvandi vil hetta at svíða í skiftistíðini, tá skip skulu út úr vinnuni, men ein loysn kundi verið, at vit settu okkurt slag av upphøggingarstuðli í verk, sum verður fíggjaður við komandi inntøkunum av botnfiskiveiðuni.

Pelagiska vinnan kundi eisini verið umsitin betur, um kvotur ikki vórðu lætnar til økismenning og brúktar sum politisk útlutan. Kvotur eru ikki gávur at geva burtur, men áttu helst at verið bodnar út, so hægstbjóðandi kundu boðið upp á tær. Í minsta lagi skal tilfeingisgjald leggjast á kvoturnar, sum samsvarar við tilfeingisrentuna.