Eysturhøvdi rendi á land og sakk í 1964
Ein av útróðrarbátunum í konvoini saman við Karin K í 1959 var Eysturhøvdi hjá Kjølbro, sum á myndini er á veg til Eysturgrønlands. Hann var ein av smærru bátunum og merktur til sløk 37 tons.
Men longu fimm ár seinni rendi báturin á land og fórst sunnanfyri bygdina í Dali. Hetta var tíðliga eina náttina, teir vóru á veg til útróðrar, og stoyturin var so harður, at báturin byrjaði at søkka beinanvegin. Allir menninir lupu upp á land, men ein teirra fór umborð aftur, og kallaði á "Ørv", sum var farin til útróðrar eitt sindur undan teimum.
Ørvur og danska verjuskipið Vædderen komu skjótt til hjálpar, og menninir fóru umborð á ein gummibát hjá verjuskipinum og ein bát úr Dali, sum eisini var komin á staðið. Ørvur førdi teir átta menninar til Klaksvíkar.
Eysturhødi varð bygdur í Fåborg í 1945. Hann varð fyrst keyptur til Streymnesar, og tá æt hann Grønhólmur. Í 1952 keypti Hans F. Hansen í Svínoy bátin og gav honum navnið Eysturhøvdi. Hetta navnið fylgdi við honum, eftir at Kjølbro keypti hann á vári í 1955. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen við loyvi frá dóttrini Heidi.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.