Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni.
Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í Svøríki. Í 2012 vardi Eydna doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum um føroyska upsan, men hevur síðani fyrst og fremst starvast við sild. Eydna, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2007, tekur við eftir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, sum seinastu mongu árini hava verið deildarleiðarar á ávikavist Uppsjóvardeild og Botnfiskadeild. Hesar deildirnar eru nú umskipaðar til eina Tilfeingisdeild. Jan og Petur halda báðir fram sum fiskifrøðingar á Havstovuni.
Nú deildirnar eru samanlagdar, takkar Havstovan báðum fyri drúgva tænastu sum deildarleiðarar.
Vit ynskja Eydnu blíðan byr við nýggja starvinum.