Eva var í Naddoddaneystinum í gjárkvøldið, ónskvøldið 7. juni

Børn og foreldur, ommur og abbar og onnur avvarðandi møttu væl upp til eitt sera væl eydnað tiltak

Ingeborg Stenbæk Madsen er konsulentur í Dansk Sejlunion, sum er eitt ítróttarsaamtak undir DIS, Danmarks Idrætsforbund.

Eva var í Naddoddaneystinum í gjárkvøldið, ónskvøldið 7. juni, eftir at siglaraeldsálin Sára Olsen hevði sett seg í samband við hana fyri einum tveimum árum síðan, tí hon helt, at tey skuldu royna at hjálpa Bátafelagnum Naddoddi við at fáa fleiri børn út á fjørðin at sigla, men eisini við at arbeiða meiri miðvíst við at læra at sigla.

Sára setti seg aftur í vár í samband við Evu og segði: "Nú er tað nú!" Og tað varð til 7. juni. Børn og foreldur, ommur og abbar og onnur avvarðandi møttu væl upp til eitt sera væl eydnað tiltak. So vónandi kemur Eva skjótt aftur.