ES vónar, at øll vera við næsta ár

ES sigur, at Føroyar, Noregur, Bretland og Ísland eiga skyldina, at ov nógvur makrelur verður fiskaður

ES sigur, at Føroyar, Noregur, Bretland og Ísland eiga skyldina, at ov nógvur makrelur verður fiskaður.

ES væntar og vónar, at øll strandarlondini halda tilmælið hjá fiskifrøðingum fyri 2027.

Tað skrivar talsfólk hjá ES-nevndini til norska Fiskeribladet.

Føroyar, Noregur, Bretland og Ísland góvu sær sløk 300.000 tons av makreli í ár, góð 174.000 tons meira enn tilmælið var hjá fiskifrøðingum.

Føroyski parturin er 13,35 prosent.

ES heldur tá, at Russland eigur størsta lutin í ovfiskingini.

Tað skrivar kvf.fo