ES hevur økt samhandilin við Russland við 60%
Hetta meðan danir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja, at Føroyar, sum einasta land í verðini, skal kvetta alt samband við Russland.
ES innflutti fyri 1.138 milliardir krónur frá Russlandi frá Januar-August í 2022. Árið fyri var innflutnigurin 707 milliardir kr. Vøksturin er sostatt yvir 60%. Sama tíðarskeið útfluttu ES-lond fyri 282 milliardir til Russland, har eisini Danmark áttu sín lut í hesum milliardum.
Danir innflyta úr Russlandi ma. oljuúrdráttir, jarn, stál og fóðurúrdráttir. Danir útflyta ma. maskinir og lutir til russiskan ídna, heilivág og fisk.
Meðan samhandilin millum Russland og ES eksploderar, so vilja danir og okkara fólkatingsumboð spreinga livigrundarlagið hjá yvir 300 føroyskum familjum í luftina.
Fiskiveiðisamstarv tryggjar ikki bara føroyskum familjum, men tryggjar eisini burðardygga veiðu. Harafturat hevur ST-aðalskrivarin heitt á øll heimsins lond um ikki at boykotta samhandil við matvørum.
Tað eiga vit at halda okkum til.
Jørgen Niclasen,
tingmaður