Eru sera væl nøgd við úrslitið
Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 24 dagar áðrenn siðstu freist.
Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest, nú tey hava handað alifyritøkuni, Hiddenfjord, ta fyrsta av tveimum tvíkiljum, sum tey skulu gera fyri Hiddenfjord.
Tað var frá Marjun Wilhelm, leiðari fyri Sjógvalingina hjá Hiddenfjord, sum fekk tvíkiljuna handaða í gjár. Næsta tvíkiljan til Hiddenfjord verður latin í mars næsta ár.
Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heldarsgjógv”, er bygd til aliøki í Vestmanna og Fútakletti og fær heimstað í Vestmanna. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini, sigur Mest í tíðindskrivi
Á samkomu í matarhøllini hjá MEST vóru eini 120 fólk savnaði til eitt hátíðarhald har stjórin á Mest, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv - og rósti starvsfólkunum á Mest fyri væl úr hondum greitt arbeiði.
Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á Mest, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum Melcal krana av støddini 80 tons, einum 2x500 HK Volvo Penta høvuðsmoturi, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli.
Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group, og sostatt er báturtin eisini útgjørdur til at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja tvíkiljan hevur WC, arbeiðs og klædnarúm og annars alla vanligar nautiskari útgerð.