Errin av at eiga málning av hesi søguligu skonnart
Fyri nøkrum vikum síðan funnu vit tilvildarliga útav, at eitt putlispæl er framleitt av skonnartini Bellu, sum vit fyri kortum fingu eina kopi av málninginum av. Hetta putlispæl er eitt í eini røð av putlispølum av skonnartum, sum “Irma” hevur framleitt í 1970’unum. Men einki bendir á, at “Irma” visti nakað um syrgiligu lagnuna hjá hesi skonnartini. Heldig sum vit vóru, funnu vit eitt vælhildið eintak av Bellu á eini endurnýtsluheimasíðu í Danmark.
Tað skrivar Tvøroyrar Skjalasavn á facebook-vanga sínum.
Skonnartin Bella varð átt av Hvítanes-felaginum á Tvøroyri, men gekk burtur í 1882 við mann og mús, 20 mans. Hesin missur hevði stóra ávirkan á felagið og fólkið her um leiðir í teirri tíðini.
Málningurin er málaður í 1881 av Jørgen Dahl, eitt ár áðrenn óhappið.
Vit eru errin av at eiga málning av hesi søguligu skonnart, og tað, at vit nú kunnu byggja hana í putlibrikkum, er nakað heilt serstakt, og eisini stuttligt.