Erling Isholm og Jógvan Arge greiða frá Grønlandsútróðrinum
Skipað verður fyri kvøldsetu, um tann føroyska útróðurin í Grønlandi í Bygdarhúsinum í Miðvági, tann 3. februar 2024. Kl. 18.00.
Skrá:
- Framsýningar: Av bátum og lutum, ið hava samband við Grønlandsútróðurin.
- Fyrilestrar: Erling Isholm greiðir frá Grønlandsútróðrinum í 1930- inum, og Jógvan Arge frá 1950 og 60- inum.
- Døgurði: Borðreitt verður við saltfiski, leykasmelti og mjólkasós, við budingasuppu omaná, (vanligur døgurði frá hesi tíð). Seinni verður kaffi og kaka.
- Frásagnir: Frá kvinnum og monnum, ið virkaðu í Grønlandi í 50 og 60- inum.
- Framløga: Verkætlan um savnsbygning um tann føroyska útróðurin í Grønlandi.
- Tónleikur: Systkini á Løgmansbø og Tummas Heri Thomassen spæla sjómanstónleik, undir tiltakinum.
- Tiltakið kostar 200 kr. Atgongumerkir kunnu keypast á Atgongumerki.fo. Avmarkað atgongd.
Myndin er tilvildarlig. Hon er frá síðuni vagskip.fo