Ljóðupptøka: Petur Martin Petersen greiða frá søguni um motorbátin, og verkætlanini
Leygardagin 5. september á Mentanardøgunum var ein hátíðarløta hildin í samband við at motorbáturin Erik er heimafturkomin til Fuglafjarðar. Í leinkjuni kanst tú hoyra Petur Martin Petersen greiða frá søguni um motorbátin, og verkætlanini at fáa Erik heimaftur til Fuglafjarðar.
Í hesum sambandi varð eitt akker, sum brøðurnir Atli, Páll og Regin Gregersen hava latið Fuglafjarðar kommuni, presentera. Hetta akker er blivið brúkt úti á fjørðinum í Fuglafirði.
https://soundcloud.com/atli-petersen/erik-105-ar...
Hendan greinin er úr facebook-vanganum Brot úr lívssøgu v/ Atla

