Er samband millum upsastovnin og laksaaling?
Eg var náttarvakt á einum trolara, sum lá uttarliga við eystaru bryggju í Havn. Hetta var fram móri morgni klokkan mund vera umleið seks. Ein gamal maður gekk framvið bryggjukantinum og skimaðist niður á sjógv, sum um hann leiaði eftir onkrum.
Hesin maðurin var ættaður av bygd og fluttur til Havnar, eg kendi hann og fór niður á bryggjuna, bað honum góðan morgun og spurdi hvørjum, hann skimaðist eftir.
Hetta var tíðliga á sumri, og hann svaraði, at um hesa tíðina á árinum dámdi honum at fara om at sjóarmálanum at vita um ternumurtarnir vóru komnir.
Hann hevði lagt til merkis, at nú í fleirt ár høvdu eingir ternumurtar verið at sæð, og eisini ógvuliga fáar ternur samanborið við tað, sum vanligt var fyrr.
Síðani hetta havi eg sjálvur roynt at hugt eftir ternumurtum, ta tíðina á árinum tá reir áttu at verið fram við landi, men eg má siga sum hesin gamli, at sera lítið er til av ternumurti fyri ikki at siga púra einki. Tað eru heldur ikki nærtil so nógvar ternur at síggja, sum áður var vanligt, tað sæst bara onkur hendinga terna.
So spyrja vit sjálvandi, hvør er ársøkin til hetta. Man tað vera laksaælingin? Tað er ikki óhugsandi.
Upsin gýtur langt úti til havs. Men murtarnir leita móti landi at finna sær føði, har teir eisini sjálvur eru til føði báði fyri fuglar og annan fisk.
Fiskur dugir væl at finna sær føði, hann tevjar hana í stórari frástøðu. Æliringarnir draga nógvan fisk til sín. Fert tú á seiðaberg har, æliringar eru nærhendis, sæst, at seiðurin hevur fullan maga av ælifóðri, men hesir smáðu ternumurtarnir – upsayngulin – hann sleppur gjøgnum meskarnar og inn í ringarnar, og laksurin man vera grammur eftir at gloypa hesi fesku føðini, sum svimur inn í ringarnar til hansara, heldur enn at fáa kókaðan og turkaðan svartkjaft alla tíðina. Sjálvandi ger laksurin sær dælt av ternumurtunum.
Um ælingin er einasta orsøk til, at upsin minkar, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men hetta er kanska vert at geva sær far um.
Báði upsi og æling hava alstóran týdning fyri okkara samfelag, og ternan prýðir og ríkar okkara náttúru.
Tað er ikki lætt at forða ternumurtunum at svimja inn í æliringarnar, men kanska onkur finnur eina loysn. Sjálvandi ynskja vit øll at varveita báði ælingina, upsastovnin og ternurnar.
Absalon Absalonsen