Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu útgávu av einum globalum klimamyndli. Í royndarkoyringini er feskvatn so við og við koyrt út í eitt øki í Norðuratlantshavi við tí endamáli at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á ”Golfstreymin”. Klimamyndlar hava tó altíð óvissur, og úrslitið má takast við fyrivarni.
Golfstreymurin er partur av tí sonevnda termohalina rákinum, sum fer um allan heim (Mynd 1). Hetta rák sendir heitan Atlantsjógv fram við Føroyum og inn í Norðurhøv, har stórur partur av sjógvinum søkkur og fer út aftur sum sokallað yvirflot tvørtur um Grønland-Skotland ryggin (Mynd 2). Høvuðsdrívmegin fyri bæði yvirfloti og heita innrákinum av Atlantssjógvi er køling. Luftin yvir Norðurhøvum er køld og kølir sjógvin í vatnskorpuni. Tess meiri sjógvurin kølnar, tyngri verður hann. Henda køling er sostatt sum ein pumpa, ið pumpar tann kalda yvirflotssjógvin niður í dýpið og út í neðra og tann heita Atlantssjógvin inn í erva. Høga saltinnihaldið í Atlantssjógvi er eisini við til at dríva rákið, tí jú hægri saltinnihaldið er, jú tyngri er sjógvurin.
LESA ALT HER Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna? (hav.fo)