Er bygdur í 2021, hevur ikki verið til fiskiskap. Keypari er felagið Brestir

Lastar umleið 300 tons av frystum fiski.

Í vikuni keypti felagið handan frystitrolaran Brestir, nýggjan trolara úr Danmark.

Trolarin er bygdur í 2021 hjá Karstensens Skibsværft í Skagen. Hann er seinni longdur á somu skipasmiðju.

Hann er 48 metrar langur og 11 metrar breiður og lastar umleið 300 tons av frystum fiski. Høvuðsmotorurin er ein 1370 KW Yanmar.

Hann hevur trý el-rikin spøl og er annars sera væl útgjørdur.

Hóast trolarin er bygdur í 2021, hevur hann ikki verið til fiskiskap. Tí er talan um eitt nýtt skip. Skipið var bygt til fiskiskap í Norðsjónum, og tí skal bæði troldekkið og verksmiðjan broytast og tillagast føroyska fiskiskapinum. Trý kømur skulu eisini gerast afturat.

Umbyggingin kemur at taka umleið tríggjar mánaðir.

Meiri verður at frætta um skipið seinni.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir eigarunum tillukku og Guds signing við Vesturleika.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Myndina eigur TJ-myndir.