Enniberg verður á Havnini í dag
Teir loystu av Havnini 4. januar. Manningin hendan túrin taldi 34 mans og skipari er Karl Danielsen.
Enniberg fór á toskaveiðu í Barentshavinum og tá var ætlanin fyrst at fara at royna suður úr Bjarnoynni.
Fiskiskapurin hevur verið hampuligur hendan túrin.
Sum nevnt skulu teir landa umleið 900 tons av flaki.