Enniberg farin at sigla heim úr Barentshavinum

Fóru úr Føroyum mikudagin 10.Apríl

Umleið 20. juni var Enniberg afturhildin av russiskum myndugleikum. Tað kom illa við, tí tað var rokfiskiskapur, og teir vóru afturhildnir í fýra dagar, segði Mortan Johannesen, reiðari við KVF.

Tað var ikki, tí Enniberg hevði fiskað ov nógv, segði reiðarin. - Orsøkin var, at tvær rapportir vóru taldar dupult. 

Hví kom tvídráttur í?

Kvotan í norskum sjógvi var uppi 1. mai, tá fluttu teir í russiskan sjógv.

Frá 11. juni høvdu teir sera gott fiskarí, so nógv sum teir kláraðu at framleiða til flak. Tann fjórða dagin, í Russiskum sjógvi, komu boð frá Vørn, at russisku myndugleikarnir søgdu at Enniberg hevði fiska langt yvir tað sum var tillutaða Enniberg.

Skiparin visti beinanvegin á, at hetta var ikki rætt.

Eftir nógv samskifti við  Vørn, Føroya Tele og til Russisku mynduleikarnar, komu viðurskiftini uppá pláss.  Onkrar vikufráboðanir vóru komnar upp í saman. Vit fingu skriftligt svar frá Russum, har tølini hjá teimum nú passa við tølini hjá Vørn og okkum. Talan var sostatt um eina misskiljing, sigur skiparin, Dávur P. Jacobsen.

Dávur sigur, at teir byrjaðu aftur at fiska áleið har teir sleptu. Vit gjørdu tvey stutt tov eystureftir ímeðan vit leitaðu, sigur hann.  Vit vóru nú einsamallir á leiðini. Restina av túrinum høvdu vit sera góðan fiskiskap. Vit fingu akkurát tað blandingina ímillum hýsu og tosk, sum vit ynsktu, so øll kvotan bleiv uppfiskað í samstundis, sigur skiparin.

Avleiðingin av hesum var, at vit mistu 4 fiskidagar og túrurin bleiv tað longri, leggur hann aftrat.

Vit er 34 mans við hendan túrin. Næsta túr fer Enniberg at fiska kongafisk norðanfyri Føroyar, í altjóðansjógvi.

Karl Danielsen verður skipari næsta túrin.

Nú er Enniberg farin at sigla heim við 750 tonsum av flaki, tað mesta toskur. 

Mynd Birgir Waag Høgnesen