Enniberg aftur úr Barentshavinum
Enniberg komin á Havnina. Kl. 14 í dag kom flakatrolarin Enniberg á Havnina. Teir fóru avstað 7. oktobur, hava roynt í Barentshavinum og hava umleið 480 tons av flaki.
Lagið var gott á monnum, og á familjun, tí teir hava gjørt ein hampuliga góðan túr og komu heim áðrenn jól.
Konur og børn stóðu spent á bryggjuni og tóku ímóti. Gud signi sjófólkið!
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum.
Mynd TJ.myndir