Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar

í samband við ansing av fólki heima

Almanna- og mentamálaráðið

Hósdagin samtykti eitt einmælt løgting lógaruppskotið, sum hækkar hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku úr 27.779 krónum í 31.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald. Endurgjaldið hækkar 1. januar 2026.

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av barni við varandi sjúku ella breki, tá persónur við seinaheilaskaða verður ansaður í heiminum, ansing av doyggjandi undir fólkapensjónsaldri, og tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt.

At endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku hækkar við meira enn 3.000 kr. um mánaðin fer at bøta munandi hjá familjunum, sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, og fer at geva familjunum størri frælsi at skipa seg, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu.