Endalig semja í millum Føroya Reiðarafelag og Fiskmannafelagið
Fyrr í mánaðinum varð semja undirskrivað millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag.
Millum krøvini, sum Føroya Fiskimannafelag hevði til Reiðarafelagið, var, at býtisprosentið skuldi læsast fast fyri allan flotan.
Reiðarfelagið vildi ikki ganga hesum á møti. Eftir at hava sitið til samráðingar i rúma tíð, gingu reiðararnir tó við til at gera nýggjan stiga fyri býtisprosentið, soleiðis at menn umborð á partrolarum fáa 27%, sjálvt um teir eru 6 mans.
Støðan er eisini broytt fyri garnaskip og lemmatrolarar, har býtisprosentið eisini er læst fast við 9 monnum, í mun til við 10 monnum, sum tað var frammanundan.
Umframt hetta varð eitt skjal undirskrivað, har partarnir binda seg til at betra um hýruna í sáttmálaskeiðinum.