Emerald setti í gjár kós móti Føroyum

Eftir ætlan skal Emerald vera í Føroyum um hálvan juli.

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Emerald, setti í dag kós móti Føroyum. Ferðin verður drúgv úr Turkalandi.

Emerald er navnið á Føroya nýggjasta fiskiskipi, sum reiðaríið Havborg í Havn, hevur latið byggjað í Turkalandi.

Tað skrivar KIRAN JÓANESARSON á fiskur.fo

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Emerald, setti í dag kós móti Føroyum. Ferðin verður drúgv úr Turkalandi.

Talan er um ein tann framkomnasta trolaran av sínum slag, og skipið skal fiska rækjur umframt at tað eisini er útgjørt til at fiska botnfisk.

Emerald er við sínum 88 metrum í longd og 18 metrum í breidd, umframt at vera ein tann framkomnasti trolarin, eisini ein av teimum størstu av sínum slag. 

Skipið kostar omanfyri 400 milliónir, og hevur alla ta nýggjastu tøknina, sum finst til slík skip.

Skipið er nógv seinkað, men nú er tað loksins á veg til Føroyar. 

Sum skilst skal skipið taka útgerð umborð í Danmark áðrenn skipið kemur til Føroyar.

Eftir ætlan skal Emerald vera í Føroyum um hálvan juli.

Tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið, og Emerald er bygdur á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi.

Sama felag hevur eisini sniðgivið nýggja Gadus og sama skipasmiðja byggir eisini skipið, sum verður latið JFK í Klaksvík seinni í ár.

Nýggi Gadus er, eins og Emerald, útgjørdur til at fiska bæði rækjur og botnfisk.

Tað skrivar