Emerald komin á Vág
Í kvøldið (mikukvøld) stevndi nýggjasta skip í føroyska fiskiflotanum inn eftir Vágsfirði.
Nýggja skipið Emerald hjá reiðarínum Havborg legði at bryggju í Vági.
Nógv fólk var komi at hyggja eftir hesum stásiliga skipið.
Skiparar eru John Mikkjal Godtfred og Jákup Joensen, eisini er Eyðun Holm við sum maskinmaður.
Eisini vóru Mortan og Hildigun Johannesen við á túrinum heim.
Emerald fer til Havnar í morgin, har hátíðarhald verður við Vestaru bryggju kl. 16.00
Vágs Kommuna handaði reiðaríðnum gávu.
Jeg skal ynskja manning og reiðarí harrans signing við nýggja skipinum.
Tað skrivar Bjarni Johansen, borgarstjóri á facebook-vanga sínum, har fleiri myndir liggja.