Emerald er nú skrásettur í Føroyum
Nýggi verksmiðjutrolarin, Emerald, er nú skrásettur í føroysku skipaskrásetingini.
Tað er P.f. Havborg, sum eigur Emerald.
Tað var á sumri í 2020, at sáttmáli var gjørdur við Tersan Shipyard í Turkalandi um nýggjan verksmiðjutrolara fyri umleið 400 milliónir krónur.
Trolarin kann fiska bæði tosk og annan botnfisk, umframt rækju. Eftir ætlan skal skipið fiska í Barentshavinum.
Kaj Johannesen, reiðari, segði við útvarpið 26 mai, at framtíðin verður døpur, sleppur skipið ikki í russiskan sjógv at fiska.
Emerald er 88 metrar langur og 18 metrar breiður.
Skipið kostar umleið 400 milliónir krónur.
Tað skrivar kvf.fo