Emerald er á royndartúri
Nú nærkast dagurin, tá verksmiðjutrolarin Emerald kann fara sín fyrsta túr.
Hann er nú eystanfyri Føroyar og roynir útgerðina, trol, spøl og annað.
Emerald fór av Havnina fyrrapartin sunnudagin.
Sambært Kaj Johannesen, reiðara, tekur slíkur royndratúrur eitt til hálvtannað samdøgur.
Okkurt smávegis er eftir at gera, sigur hann, áðrenn Emerald kann fara í Barentshavið.
Emerald hevur fingið trý fiskiloyvi.
Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum.
Hann hevur fingið 1.405 tons av rækjum í russiska Barentshavinum, og hann hevur 149 fiskidagar eftir rækjum við Svalbard.
Teir eru sambært norskari forskrift um føroyska rækjuveiðu í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og innaru leiðum.
Emerald kom á Havnina 13.juli.
Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at rigga Emerald til fiskiskap, sigur reiðarin.
Tað skrivar kvf.fo