Elrikin tvíkilja hjá Bakkafrosti fær avstralska viðurkenning
Auvstralska tíðarritið, Baird Maritime, skírdi í grein fríggjadagin Grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.
Grønarók vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”. Grønarók var latin Bakkafrost í september í fjør.
Tað skrivar Kári Mikkelsen á kvf.fo
Í greinini verður nevnt, at 100 prosent eldrikna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er smíðað á MEST, er sera virkisfør og effektiv.
Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum, er bílig í rakstri, og kann nýtast til ymiskar uppgávur.
Báturin hóskar sera væl til krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum hann arbeiðir í.
Meira kann lesast her.