Eli fann eina hvíta boyu í Mølini í Vági

Útgerðin granskar hvussu ísur rekur og avlagast á norðurpólsleiðum

Boya rikin av norðpólinum til Vágs

Eli Lassen heldur tað hava týdning, at fólk, sum finna lutir ella djór, ið hava sendara á sær, boða granskarunum frá.

Í september 2019 byrjaði altjóða MOSAIC rannsóknarferðin í Arktis. Endamálið var at kanna, hvussu ísur rekur og avlagast á norðurpólsleiðum.

Hetta var størsta granskingarferð av sínum slag. Í miðdeplinum var skipið, Polarstern.

Umborð vóru granskarar úr 20 londum.

Runt um týska ísbrótaran vóru 50 boyur við gps-sambandi, sum skrásettu allar flytingar í ísinum.

Skipið og boyurnar fylgdust til mai í 2020, tá Polarstern og manning, loksins sigldu heim aftur.

Flestu róku fram við grønlendsku eysturstondini.

Sum fráleið mistu grankingarfólkini fylgisveinasambandið við boyurnar og væntaðu ikki at hoyra frá teimum aftur

Men góð tvey ár seinni, í mai í 2022, kom ein boya, púra óvæntað, undan kavi aftur.

Tað var Eli Lassen, sum gekk í Mølini í Vági, tá hann brádliga sá eina hvíta boyu, ið var heldur størri enn tær vanligu.

Hetta hevði við sær samskifti millum tey, ið varða av verkætlanini og Eli Lassen.

Granskingarfólkini vóru ovfarin av at frætta um boyuna, sum var rikin alan vegin til Føroya.

Greinin stendur á kvf.fo, sum eisini eigur myndina.