Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

Sum nakað nýtt vóru fleiri smáar kalvaspraggur at fáa

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini eitt vet meira enn tey undanfarnu fýra árini. Eisini var lítið at fáa av tungu, blálongu og havtasku.

Hinvegin var nøgdin av hýsu framvegis stór, og eisini var meira at fáa av upsa og hvítingi. Sum nakað nýtt vóru fleiri smáar kalvaspraggur at fáa. Magakanningar vístu, at tað var meira til av nebbasild enn undanfarin ár.

LESA ALT HER FRAG2406_2408.pdf (hav.fo)